- Tíðindi, mentan og ítróttur
Runavíkar kommuna fær álvarsliga átalu
Løgtingsins umboðsmaður gevur Runarvíkar Kommunu eina sera álvarliga átalu.
Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um drúgva málsviðgerðartíð og vantandi kunning frá Runavíkar kommunu í sambandi við eina umsókn um byggiloyvi til eitt neyst.
Umboðsmaðurin heldur tað vera sera átaluvert, at Runavíkar kommuna, hóast álvarsliga átalu í september 2022, í juni 2023 enn ikki hevði viðgjørt umsóknina um byggiloyvið til neystið.
Tað er átaluvert, at Runavíkar kommuna hevur gjørdi meira fyri at kunna klagaran um støðuna við máli hansara, og nær ein avgerð kann væntast.
Umboðsmaðurin hevur tí givið Runavíkar kommunu eina sera álvarsliga átalu fyri hetta og hevur set fráboðanina um málið til løgtingið, løgmann og landsstýrismannin í kommunumálum.