Pelagos yvirtekur Pelagic

Pelagos yvirtekur Pelagic
Partabrøvini í frystivirkinum í Kollafirði, PP Faroe Pelagic, verða nú yvirtikin av Pelagos
 
20.08.2023 - 12:57

Eigararnir í PP Faroe Pelagic, Kollafjørður, hava undirskrivað eitt ætlanarskjal saman við Pelagos, Fuglafjørður, um yvirtøku av partabrøvunum í PP Faroe Pelagic.

Tað boða Pelagos og PP Faroe Pelagic frá í felags tíðindaskrivi.  

Treytað av at báðir partar uppfylla ásettar treytir í ætlanarskjalinum, hava PP Faroe Pelagic og Pelagos avtalað, at yvirtøkan skal vera farin fram tann 1. desember í ár. 

Avtalan fer ikki at ávirka tann óbeinleiðis eigaraskap sum Parlevliet & van der Plas, Niðurlond, hevur í fiskivinnu-fyritøkunum Næraberg, JFK og Kósin, stendur í tíðindaskrivinum. 

Avtalan fer at gera Pelagos til leiðandi eigara og operatør av frystivirkjum fyri uppsjóvarfisk í Føroyum, við einum virki í Fuglafirði og einum í Kollafirði, skriva tey. Eigararnir í Pelagis eru Havsbrún, Framherji, Palli hjá Mariannu, og á Enni. 

PP Faroe Pelagic kom inn í føroysku uppsjóvarvinnuna á landi tá fyritøkan, í 2009, keypti uppsjóvarvirkið í Kollafirði. PP Faroe Pelagic er óbeinleiðis dóttirfelag hjá Parlevliet & van der Plas í Niðurlondum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV