Føroyar hava innflutt vørur fyri 5,9 mia. kr.

Føroyar hava innflutt vørur fyri 5,9 mia. kr.
Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum
Innflutningsvirðið av brennievni var 891,9 milliónir krónur fyrru helvt av 2023. Hetta er 16 prosent lægri enn fyrra hálvár 2022.
Mynd: Savnsmynd  
 
18.08.2023 - 14:35

Føroyar innfluttu vørur fyri 5,9 milliardir krónur fyrra hálvár í ár. Hetta er á sama støði sum fyrra hálvár 2022. 

Oljuprísurin er lækkaður seinasta hálva árið, og hetta sæst eisini aftur í innflutninginum. Innflutningsvirðið av brennievni var 891,9 milliónir krónur fyrru helvt av 2023. Hetta er 16 prosent lægri enn fyrra hálvár 2022.

Størsti vøksturin er í bólkinum "rávøra til fiskavirking", har talan fyri tað mesta er feskur toskur og makrelur. Har er innflutt fyri 192 milliónir krónur meira enn fyrstu seks mánaðirnar í fjør. Tað er ein vøkstur á 52 prosent.

Tað er eisini stórur vøkstur í innflutninginum av tilfari til hav- og landbúnaðin, sum fyri tað mesta er alifóður. Innflutningsvirðið er vaksið 108,5 milliónir krónur, ella 32,7 prosent. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881