984 milliónir krónur vórðu goldnar í lønum í juli

984 milliónir krónur vórðu goldnar í lønum í juli
Í juli fingu mannfólk 605 milliónir krónur í lønum og konufólk 378 milliónir
Mynd: © Bjarni Árting Rubeksen  
 
18.08.2023 - 09:38

984 milliónir krónur vórðu goldnar í lønum í juli. Hetta eru 69 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør.

Tað upplýsir Hagstova Føroya á síni heimasíðu.

Í juli fingu mannfólk 605 milliónir krónur í lønum og konufólk 378 milliónir. 

Útlendingar tjentu 35,2 milliónir í juli, sum er 10,7 milliónir meira enn juli í fjør. 

Ein vøkstur er í øllum vinnum, sigur Hagstovan.

Starvsfólk í almennum tænastum fingu 329 milliónir í lønum í juli, og í privatu vinnuni vórðu goldnar 303,7 milliónir krónur.

Lønargjaldingarnar í fiskivinnuni vóru 196,4 milliónir krónur í juli og í byggivinnuni 154,5 milliónir.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881