Brúkaraumboðið hevur tørv á fleiri starvsfólkum

Brúkaraumboðið hevur tørv á fleiri starvsfólkum
Brúkraraumboðið skrásetti nógv færri mál í fjør enn undanfarnu árini, og aftur í ár vísir Brúkaraumboðið í ársfrágreiðingini á, at starvsfólkini eru ov fá
Ársfrágreiðingin hjá Brúkaraumboðnum fyri 2022 er komin
 
17.08.2023 - 08:45

Brúkraraumboðið skrásetti nógv færri mál í fjør enn undanfarnu árini.

Í fjør vóru 58 mál skrásett, 31 kærur og eftirlit, 18 fyrispurningar og níggju onnur mál.

Í 2021 vóru málini 95, millum annað 45 kærur, og í 2020 vóru 78 mál, millum annað 34 kærur.

Ársfrágreiðingin hjá Brúkaraumboðnum fyri 2022 er komin.

 

Ov fá starvsfólk

Aftur hesaferð vísir Brúkaraumboðið á, at starvsfólkini eru ov fá.

Tá marknaðarføringarlógin var fyrireikað, var semja í arbeiðsbólkinum um, at skal lógin fáast at virka eftir ætlan, má fígging setast av til at umsita hana.

Metingin var trý fólk.

Brúkaraumboðið hevur í undanfarnu ársfrágreiðingum víst á, at brúkaraverndin ikki verður fult røkt við so at siga bara einum starvsfólki.

 

Mælir til eina brúkarakærunevnd

Brúkaraumboðið mælir til, at stovnað verður ein brúkarakærunevnd, so sleppast kann undan at fara í rættin við keypi, fólk eru komin illa fyri av. 

Yvirhøvur er langt eftir á mál til vit hava eina skipan, sum gevur nøktandi brúkaravernd, sigur Brúkaraumboðið.

Tá eingi ítøkilig stig eru tikin til tess at styrkja brúkaraverndina á teimum økjum, sum Brúkaraumboðið áður hevur mælt til, verða tilmælini endurtikin í ársfrágreiðingini fyri 2022, sigur Brúkaraumboðið, Rannvá Sólheim.

 

Reglur fyri nethandil mangla

Brúkaraumboðið mælir eisini til, at reglur um nethandil verða settar í verk.

Játtanin hjá Brúkaraumboðnum var ein millión og 353.000 kr. í fjør, 200.000 krónur meira enn í 2021.

Orsøkin er størri arbeiðsuppgávur í sambandi við nýggju gjaldslógina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV