- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skúlin á Fløtum er royndarskúli fyri ætlaðar broytingar í fólkaskúlalógini
Skúlin á Fløtum er royndarskúli fyri ætlaðar broytingar í fólkaskúlalógini
Millum tær broytingar, sum skúlin á Fløtum sleppur at royna, eru at stytta skúladagin, umskipa lærugreinir og styrkja tvílæraraskipanina
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.08.2023 - 08:07
Skúlin á Fløtum er sloppin at royna nakrar umleggingar, sum mælt verður til í álitinum um broytingar í fólkaskúlalógini, sum landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum fekk í vár.
Millum tær broytingar, sum skúlin á Fløtum sleppur at royna, eru at stytta skúladagin, umskipa lærugreinir og styrkja tvílæraraskipanina.
Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, sigur, at hann fer at fylgja væl við hesum royndum.
Broytingar fyri tingið í vár
Tær vera partur í fyrireikingini í politisku viðgerðini.
Broytingar í fólkaskúlalógini koma í løgtingið næsta vár.
Broytingar verða ætlandi gjørdar í fleiri stigum.
770 næmingar eru í skúlanum á Fløtum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV