- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrsta føroyska HM-heiðursmerki í gongulagskapping fyri íslendsk ross
Fyri fyrstu ferð hava Føroyar vunnið eitt heiðursmerki í HM í gongulagskapping fyri íslendsk ross.
Hetta hendi leygardagin, tá Rakel Brattalíð Tindskarð gjørdist silvurvinnari í tøltkappingini, T1, fyri ung.
Hetta er fyrstu ferð, at 19 ára gamla Rakel Brattalíð Tindskarð luttekur í HM í gonguløgum.
Unga reiðkvinnan hevur vant miðvíst fram ímóti kappingini, og hetta gav úrslit, skrivar Ríðisamband Føroya í tíðindaskrivi.
Í innleiðandi kappingini, T1, fyri ung endaðu Rakel Brattalíð tindskarð og hesturin Sílas vom Forstwald á triðja plássi við miðalkarakterinum 7,00 og tryggjaðu sær pláss í A-finaluni.
Kappingin endaði sunnudagin, og føroysku luttakararnir eru í løtuni á veg heim aftur.