- Tíðindi, mentan og ítróttur
761 børn í 1. flokk
Í dag er fyrsti skúladagur, og í ár byrja 761 børn í 1. flokki.
Talan er um ein lítlan vøkstur samanborið við í fjør, tá um 730 børn fóru í fyrsta flokk.
Skúlin, sum tekur ímóti flest nýggjum næmingum, er Skúlatrøð við 76 næmingum; tríggir teirra byrja í serflokki.
Í fimtan skúlum byrja færri enn 10 næmingar; í fýra teirra bara ein næmingur.
Skúlin á Fløtum størsta forskúla
Hetta skúlaárið eru eins og í fjør 11 forskúlar við tilsamans 233 næmingum samanborið við 226 í fjør.
Størsti forskúlin er í Skúlanum á Fløtum við 53 næmingum. Honum á baki koma Runavíkar kommunuskúli og Sankta Frans skúli við ávikavist 48 og 47 næmingum.
Serflokkarnir eru tíggju í tali, næmingatalið er 208, harav 148 eru dreingir; harumframt kemur Lopfjølin, sum er partur av Skúlanum á Fløtum, við níggju næmingum.
Í teimum trimum frískúlunum ganga 169 næmingar. Størstur av frískúlunum er Frískúlin Keldan við 87 næmingum.
Næmingatalið fyri alt landið er 7.113.
Tað boðar Skúlablaðið frá.