Gullak Madsen stóreigari í BankNordik

Gullak Madsen stóreigari í BankNordik
Feløg hjá fyrrverandi stórreiðaranum Gullak Madsen eiga nú nærum 16 prosent av partabrøvunum í Bank Nordik
Gullak Madsen
Mynd: Savnsmynd  
 
15.08.2023 - 12:00

Hósdagin í farnu viku boðaði bankin keypsskálanum frá, at føroyska smápartafelagið, sum eitur "frá 25. september 1978" hjá Gullaki Madsen, nú eigur eina hálva millión partabrøv í 
BankNordik. 

Í prosentum svarar tað til 5,2 prosent av partabrøvunum í bankanum. 

Á keypsskálanum er eisini skrásett, at dagin fyri blivu ein hálv millión partabrøv keypt fyri umleið 76,5 milliónir krónur.

 

Átti 10 prosent frammanundan

Frammanundan átti Gullak Madsen longu fitt av partabrøvum í bankanum. 

3. juli upplýsti bankin nevniliga fyri keypsskálanum, at danska íløgufelagið "Ruth Holding ApS" tá átti umleið 1 millión partabrøv í bankanum. Tað svarar til góð 10 prosent. 

Tá keypti "Ruth Holding ApS" partabrøvini frá danska íløgufelagnum Lind Invest í einum handli, sum hevði eitt virði á 143 milliónir krónur. 

Sostatt hava feløg hjá Gullak Madsen, í summar, keypt partabrøv í Bank Nordik fyri umleið 210 milliónir krónur. 

>>Hoyr Breddan: Nýggjur stóreigari í BankNordik

 

Eigur góð 16 prosent

Við keypinum eigur hann sostatt - gjøgnum tvey feløg - góð 16 prosent av bankanum. 

Tað ger hann til størsta privata eigara í bankanum, og næststørsta eigaran tilsamans.

Bara Landsstýrið, sum eigur ein triðing av partabrøvunum, er størri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881