- Tíðindi, mentan og ítróttur
Russiska gjaldoyrað fellur aftur
Russiska gjaldoyrað fellur aftur
Russiska gjaldoyrað er aftur fallið í virði, og russiski rubilin hevur nú lægsta virðið í 16 mánaðir.
14.08.2023 - 10:45
Russiska gjaldoyrað, rupilin, er aftur fallin í virði í dag, og hann hevur nú lægsta virðið í 16 mánaðir.
Í løtuni kostar tað 100,35 rublar at keypa ein amerikanskan dollara, skrivar Financial Times.
Fallið hendir samstundis, sum útreiðslurnar til russiska herin í sambandi við kríggið í Ukraina økjast, umframt at inntøkurnar frá útflutninginum lækka - eisini orsakað av krígnum.
Sambært Ritzau hevur russiski rubilin mist 25 prosent av sínum virði í ár.
Nýggjastu sendingar í ÚV