Sprotin verður ókeypis minst fimm ár afturat

Sprotin verður ókeypis minst fimm ár afturat
Almanna- og mentamálaráðið, Sprotin og Kommunufelagið hava í dag longt og víðkað verandi sáttmála við fimm árum afturat
Avtalan við Sprotan er longd í fimm aár
 
11.08.2023 - 17:41

Tað verður eisini ókeypis at nýta talgildu orðabøkurnar hjá Sprotanum í minsta lagi í fimm ár afturat.

Almanna- og mentamálaráðið, Sprotin og Kommunufelagið hava í dag longt og víðkað verandi sáttmála við fimm árum afturat. 

Almanna- og mentamálaráðið boðar frá, at umframt verandi orðabókavirksemi á alnótini skal arbeiðið við japanskari, portugisiskari og grønlendskari orðabók eisini fullfíggjast.

Og í serskiltari avtalu millum landið og Sprotan hevur landið nú eisini tryggjað sær forkeypsrætt til skipanina, um so er, at felagið gevst, ætlar at avhenda síni rættindi, ella um Sprotin heilt ella lutvíst skiftir eigara.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV