Royndu at lumpa pengar frá børnum og ungum

Royndu at lumpa pengar frá børnum og ungum
Nógv børn og ung fingu sokallað phishing sms-boð í gjár, sigur BankNordik. Hjá børnum kann vera serliga trupult at vita, nær okkurt er svik
Hjá børnum kann vera serliga trupult at vita, nær okkurt er svik. 
Mynd: Shutterstock.com  
 
11.08.2023 - 09:40

Nógv børn og ung fingu sokallað phishing sms-boð í gjár, sigur BankNordik.

Phishing sms-boð eru følsk boð frá svikarum. 

Hjá børnum kann vera serliga trupult at vita, nær okkurt er svik. 

Talgildu svikararnir duga væl at lokka børn og ung, og tí er umráðandi, at foreldur fylgja væl við talgildu nýtsluni hjá børnunum, sigur BankNordik, sum hevur nøkur ráð.

 

Góð ráð til foreldur

Bankin mælir til at læra barnið, hvørjar upplýsingar eru persónligir og skulu verjast.

Foreldur eiga at kanna vanligastu svikini móti børnum,

Tey eiga at vísa áhuga fyri sosialu miðlunum hjá barninum, og skapa góðar karmar at tosa um talgilda nýtslu og talgildar vandar.

Hevur eitt barn trýst á leinkið, sum var sent við phishing sms-boðum í gjár, og latið persónligar upplýsingar, so eigur kortið at vera sperrað alt fyri eitt.

Tað kann gerast beinleiðis í Netbankanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881