- Tíðindi, mentan og ítróttur
12 prosent fleiri ferðafólk ferðaðust út í Kalsoynna í fjør
12 prosent fleiri ferðafólk ferðaðust út í Kalsoynna í fjør
Frá 1. januar til 1. august í ár hava 5.000 fleiri ferðafólk ferðast út í Kalsoynna enn í fjør
11.08.2023 - 08:29
12 prosent fleiri ferðafólk vóru á Kalsoyarleiðini frá 1. januar til 1.august í ár enn somu sjey mánaðir í fjør, sigur Visit Kalsoy og vísir til tølini hjá Stranfaraskipum landsins.
Í ár er talið 48.289, meira enn 5.000 fleiri enn í fjør.
Í 2014 til dømis var talið 19.883. Tá vóru færri ferðafólk alt árið enn fyrstu sjey mánaðir í ár.
4.537 fólk koyrdu við Bygdaleiðum í Kalsoynni í juli.
Tað eru á leið 800 fleiri enn í juli í fjør.
Frá 1.januar til 1.august brúktu 13.215 fólk Bygdaleiðir í Kalsoynni, 3.000 fleiri enn í fjør.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV