- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áhugin at flúgva til New York ikki so stórur sum væntað
Undirtøkan millum føroyingar fyri ferðunum hjá Atlantic Airwyas til New York hevur ikki verið so góð sum vónað og væntað varð.
Atlantic Airways tillagar nú fráferðirnar til New York í heyst, so at fráferðirnar verða fimm í tali í staðin fyri sjey.
Sambært Jóhonnu á Bergi, stjóra í Atlantsflog, eru fleiri orsøkir til, at undirtøkan hevur verið so lítil, at tvær tær seinastu fráferðirnar nú verða tiknir av skránni.
Ein orsøk er helst, at øll loyvini til at flúgva til New York vórðu ikki fingin upp á pláss fyrr enn í mai mánaði, og tá høvdu fólk kanska longu lagt sínar ferðaætlanir fyri summarið og heystið, sigur Jóhanna á Bergi í tíðindaskrivi.
Hon vísir eisini á, at um sama mundið, sum New York rutan varð sett til sølu, seldi Atlantsflog meir enn 10 full flogfør til Berlin í sambandi við hondbóltskappingina har, og at tað ivaleyst eisini hevur ávirkað søluna til New York.