Nýtt útoyggjaálit skal styrkja menningarmøguleikarnar á útoyggj

Nýtt útoyggjaálit skal styrkja menningarmøguleikarnar á útoyggj
"Skulu útoyggjarnar mennast, er neyðugt at gera nýtt útoyggjálit," heldur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður. Gamla útoyggjaálitið er 20 ára gamalt
Samferðslan er ein týðandi partur av møguleikunum hjá útoyggjunum at mennast
Mynd: Savnsmynd  
 
10.08.2023 - 08:40

Neyðugt er at gera nýtt útoyggjálit, skulu útoyggjarnar mennast.

Tað sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, í svari til Honnu Jensen, sum til fyri stuttum var í løgtinginum.

Hann sigur, at samgongan hevur sett sær fyri at styrkja møguleikarnar hjá útoyggjum at mennast. 

Ein fyritreyt fyri hesum er,  at eitt nýtt útoyggjaálit verður gjørt við greiðari menningarætlan  fyri smáplássini.

Farið verður undir nýggja útoyggjaálitið innan stutta tíð, men landsstýrismaðurin kann í løtuni ikki siga, nær tað verður liðugt.

Verandi útoyggjaálit er yvir 20 ára gamalt.

 

3 mió. kr. til fyrireikingar

Útoyggjarnar eru evnið í fyrsta grein 52a fyrispurninginum í hesari tingsetuni.

Hanna Jensen spurdi Bjarna K. Petersen, hvørjar ábøtur, hann heldur eru mest átrokandi fyri kor og trivnað í útoyggj.

Hon spurdi, hvussu landsstýrismaðurin ætlar at raðfesta útoyggjarmál í arbeiðinum hjá landsstýrinum, og nær nýtt álit um menningarætlan fyri útoyggjar verður gjørt.

Bjarni Kárason Petersen sigur, at yvirskipað er fatan hansara, at eitt trygt og regluligt ferðasamband er sjálvt grundarlagið undir møguleikanum fyri at kunna liva á útoyggj.

Hann vísir á, at í fíggjarlógini eru tríggjar milliónir krónur til at gera kanningar og fyrireikingar, so flotin hjá Strandfaraskipum landsins kann endurnýggjast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV