- Tíðindi, mentan og ítróttur
Emerald fingið trý fiskiloyvi
Emerald fingið trý fiskiloyvi
Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/grein-ovasta-mynd/public/fullsizeoutput_1e12.jpeg?itok=0txubKGN)
Emerald er nýggjur verksmiðjutrolari hjá hjá P.f. Havborg kann fiska tosk og annan botnfisk, umframt rækju
Mynd: Savnsmynd
03.08.2023 - 09:37
Nýggi verksmiðjutrolarin Emerald hevur nú fingið trý fiskiloyvi.
Emerald kann fiska rækjur í altjóða sjógvi í Barentshavinum og í Norska havinum.
Hann hevur fingið 1.405 tons av ræjkum í russiska Barentshavinum, og hann hevur 149 fiskidagar eftir rækjum við Svalbard.
Teir eru sambært norskari forskrift um føroyska rækjuveiði í fiskiverndarøkinum við Svalbard, í sjóumveldinum við Svalbard og innaru leiðum.
Emerald kom á Havnina 13.juli og har liggur hann enn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV