Dómurin hjá skiparanum á John Paul DeJoria kærdur til landsrættin

Dómurin hjá skiparanum á John Paul DeJoria kærdur til landsrættin
Tiltøkini hjá felagsskapinum hjá Paul Watson móti grindadrápi skulu nú í Landsrættin
John Paul DeJoria liggur nú í Hull
Mynd: Hans Oluf Johannessen  
 
01.08.2023 - 10:39

Dómurin, sum Daniel Binyon, skipari á John Paul DeJoria, fekk í Føroya rætti 20.juli, skal í Eystara landsrætt.

Daniel Binyon, skipari, hevur appellererað dómin, sigur Bjørn á Heygum, verji.

Daniel Binyon var dømdur sum skipari á John Paul DeJoria, skipinum hjá Paul Watson og hansara fólki og felagsskapi.

Men hann var ikki skipari, sigur Bjørn á Heygum.

Í veruleikanum var Paul Watson skipari.

 

Tvær ferðir innanfyri

Sektin, sum Daniel Binyon fekk í Føroya rætti, var 157.000 krónur.

Hann er dømdur fyri tvær ferðir at bróta forboðið fyri at fara inn um 12 fjóðinga markið og fyri at bróta útlendingalógina og tolllógina.

Bjørn á Heygum sigur, at sektin er alt ov stór, tí brotini í málinum eru ikki so stór sum dómurin sigur.

Ákæruvaldið plagar at mótappellera, tá fólk skjóta dóm hjá Føroya rætti inn fyri Landsrættin.

John Paul DeJoria hevur mist flaggið.

Skipið var skrásett í Jamaika.

John Paul DeJoria liggur í Hull.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV