- Tíðindi, mentan og ítróttur
Umhvørvisstovan mælir frá at broyta byggisamtyktirnar fyri Hoydalar
Umhvørvisstovan mælir frá at broyta almennu og serstøku byggisamtyktirnar fyri niðaru Hoydalar.
Tað vísir alment innlit, sum Kringvarpið hevur fingið í skrivligu viðmerkingina, ið Umhvørvisstovan gjørdi eftir ástaðarfund, sum var í Hoydalum tann 21. juni
Málið um Hoydalar liggur enn hjá lokalu friðingarnevndini.
Ongar ætlanir nevndar
Á ástaðarfundinum 21. juni vóru umboð fyri friðingarnevndina, Tórshavnar Kommunu og Umhvørvisstovuna.
Í viðmerkinginin stendur, at Umhvørvsstovan er av tí fatan, at byggisamtyktin skal broytast sum liður í grundarlagi fyri øktari bygging í økinum, og at tað er í andsøgn við frílendisavtaluna fyri økið.
Tað framgongur heldur ikki, hvørjar ætlanir eru fyri økið, stendur í skrivligu viðmerkingini frá Umhvørvisstovuni eftir ástaðarfundin.