- Tíðindi, mentan og ítróttur
B36 óskettið í evropiskum sigri
Tá Andrass Johansen í 60. minutti legði B36 framum 2-0 í Conference League-dystinum í Gundadali móti Haverfordwest úr Wales, tóktist B36 væl í holt við at sleisa seg trygt víðari til triðja umfar í UEFA Conference League-kappingini.
Fyrra málið gjørdi reyða snarljósið hjá B36, Hannes Agnarsson, longu tá 11. minuttir vóru leiktir.
B36 var greitt tað betra liðið, og hevði eisini fullkomiliga tamarhald á dystinum.
Óneyðugt mál
Men so skjótt sum B36-leikararnir tóku fótin av speedaranum eftir seinna málið, og ferðin fór eitt sindur úr dystinum, fingu Haverfordwest-leikararnir beinavegin fótin fyri seg aftur.
Undir leiðslu av dugnaliga miðvallaranum Kai Whitmore komu teir til kjansir, ið teir annars máttu hyggja langt eftir í fyrra hálvleiki.
Og tá 80 minuttir vóru leiktir, datt bólturin tilvildarliga fyri føturnar á áleyparanum Martell Taylor-Crossdale, ið setti bóltin trygt í málið.
Fullkomiliga óneyðugt hjá B36 at lova Haverfordwest inn aftur í dystin, tá B36 var so greitt tað betra liðið.
Uppgerðin burdi verið liðug
B36 hevur ein sera sterkan hóp, og venjararnir burdu skift fyrr út.
Tað var eyðsæð, tá áleið 70 minuttir vóru spældir, at dampurin byrjaði at fara úr fleiri leikarum, ið høvdu sera ilt við at hugsavna seg.
Men útskiftingarnar komu ikki, fyrr enn Haverfordwest hevði skorað og tryggja sær eitt munandi betri útgangsstøði til seinna dystin.
Givið er, at Haverfordwest skal skora eitt mál í seinna dystinum í Wales um eina viku, fyri at koma upp á javnt.
Tað burdi givið kviku B36-áleyparunum betri pláss, enn teir høvdu í kvøld.
Hinvegin burdi uppgerðin verið liðug, tí B36 var bæði tvey og trý mál betri enn Haverfordwest í kvøld.