- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lesing gevur børnum eitt betri lív
- Tað gevur góða meining, at tað betrar um útlitini seinni í lívinum, at tú heldur lesivanarnar við líka.
Tað heldur samskiparin í Føroyar lesa, nú altjóða kanning vísir, at børn og ung, sum lesa í 20 minuttir um dagin, standa seg betur alt lívið enn tey, sum ikki lesa so nógv.
At børn lesa 20 minuttir um dagin er nóg mikið til at betra málsligu førleikarnar, fáa økt sjálvsálit og góða útbúgving seinni í lívinum, vísir kanning hjá Pirls.
- Hetta er ein jalig kanning, tí ofta vísa kanningar bert, at børn lesa ov lítið og ikki nóg væl, heldur Eilen Anthoniussen, samskipari hjá Føroyar lesa.
Betri minni og minni strong
Eilen Anthoniussen vísir eisini á gransking, sum sigur, at tað eisini gevur tær eitt betri minni og minkar um strongd at lesa.
At lesa er sum meginregla gott, óansæð, um talan er um eina vanliga bók, talgilda bók ella ljóðbók.
Tað hevur nógv at siga, at fáa sær góðar vanar tá tað kemur til at lesa.
- Byrja helst so tíðliga sum gjørligt, sigur hon.
Samstarvið, Føroyar Lesa, sum nú hevur verið til í trý ár, leggur dent á týdningin av at hugsavna seg og lesa hvønn dag.
- Tørvur er á nógv meiri gransking á økinum, sigur Eilen Anthoniussen.