Merktir hvalir ferðast suðureftir

Merktir hvalir ferðast suðureftir
Teir fimm hvalirnir, sum vórðu merktir í Sandavági mikudagin, hava síðani svomið suðureftir, upplýsir Havstovan.
Hvalirnir, ið vóru merktir, vóru partar av einari grind, sum varð rikin inn á Sandavág, áðrenn hon varð rikin út aftur
 
24.07.2023 - 08:46

Tað eru ikki bara fólk, sum í hesum døgum ferðast suðureftir. 

Tað gera teir fimm hvalirnir, sum vóru merktir í Sandavági mikudagin eisini, upplýsir Havnstovan. 

Teir fóru fram við Sandoynni og í Suðuroyarfjørð og haðani eystur um Suðuroynna, og nú eru teir komnir suður um Sumbiarstein.

15 hvalir av einum bólki upp á um 40 hval vóru á vágni, harav teir 15 gjørdu landgongd.

Fimm av hesum fingu fylgisveinasendarar festar á hornið, og síðan varð øll grindin slept.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (3:3)
189274
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (2:3)
189272
Sunnudag 16. mars
Doktor Sophus (1:3)
189271
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226

Annað frá KVF