- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyingar á Rødbygaard vóru í verri støðu enn danir
Í heyst fer danska stjórnin at biðja um umbering fyri, hvussu fólk, sum vóru sett heiman undir ser- og andveikraforsorgini í tíðarskeiðnum 1933-1980, vórðu viðfarin.
Ein søgulig frágreiðing fyri hetta tíðarskeiðið varpar ljós á eitt døkt tíðarskeið í danskari søgu.
- Børn, ung og vaksin hava verið fyri sviki og ágangi, meðan tey hava verið undir varðveitslu hjá statinum, verður sagt í frágreiðingini.
Eisini fleiri føroyingar vóru millum teirra.
Børn undir donsku ser- og andveikraforsorgini. (Savnsmynd)
Ein, sum kennir nógv til donsku ser- og andveikraforsorgarstovnarnar, er Ragnhild Dahl. Hon lærdi á Rødbygaard, hagar føroyingar vórðu sendir.
Ragnhild Dahl heldur, at føroyingarnir, sum vórðu sendir niður, vóru í verri støðu enn teir donsku, men teir verða ikki nevndir í frágreiðingini.
Ragnhild Dahl hevur arbeitt á økinum alt sítt lív, og í dag er hon ráðgevi hjá Javna: