- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fylla út til nýggjar oljutangar í Søldarfirði
Runavíkar kommuna er farin undir útfyllingina í Søldarfirði, so klárt verður hjá oljufeløgunum báðum, Effo og Magn, at byggja nýggjar oljutangar har.
Teir gomlu oljutangarnir í Søldarfirði hava verið í brúki síðani í 1943, tá ið bretska hersetingarvaldið hevði bygt teir.
Føroya Løgting eigur gomlu tangarnar, og hevur síðani kríggið leigað teir út til fyrst Føroya Oljusølu og síðani Esso, Statoil og nú seinast Effo.
Sum skilst, hevur Magn eftir avtalu eisini brúkt úr tangunum, og fylt á aftur í sama mun.
Krígsminni
Av tí at tangarnir eru krígsminni, skulu byggjast nýggir tangar í staðin, og hetta hevur verið ávegis í fleiri ár.
Gunnar Nielsen, stjóri í Effo, váttar fyri Útvarpinum, at felagið fyrireikar megingoymslu í Søldarfirði, og sum skilst, gongur Magn við somu ætlanum.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, sigur, at farið er undir útfyllingina nú, tí økið má sleppa at standa í eina rúma tíð, áðrenn tangarnir verða settir á tað.
Talan verður helst um tríggjar ella fýra tangar til hvørt oljufelag. Tí er útfyllingin heldur størri og røkkur longur út, enn upprunaliga var ætlað.