Konservativi flokkurin endurvann sessin hjá Boris Johnson

Konservativi flokkurin endurvann sessin hjá Boris Johnson
Við 495 atkvøðum í meiriluta eydnaðist at vinna á Labour og varðveita sessin
Boris Johnson gavst í politikki herfyri, men Konservativi flokkurin varðveitti sessin á valinum í gjár.
 
21.07.2023 - 09:46

Konservativi flokkurin í Bretlandi hevur endurvunnið sessin í bretska Undirhúsinum, sum hevur staðið tómur, síðani fyrrverandi forsætisráðharrin, Boris Johnson, í farna mánaði valdi at fara úr politikki.

Tað gjørdist tó ein tepur sigur, tí við bara 495 atkvøðum í meiriluta eydnaðist Konservativa flokkinum at vinna á Labour og varðveita sessin.

Boris Johnson var valdur í Uxbridge og South Ruislip, vestan fyri London, har veljararnir í gjár vóru á vali.

Konservativi flokkurin fekk 13.965 atkvøður og Labour 13.470 atkvøður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653