Fiskaaling vil frætta um kúlulaks

Fiskaaling vil frætta um kúlulaks
Samanborið við Noreg, kemur kúlulaksurin í Føroyum lutfalsliga seint inn undir land
Fiskaaling hevur síðani 2018 kannað, hvussu nógvur kúlulaksur er í føroyskum firðum og áum. (Mynd: Fiskaaling)
 
21.07.2023 - 08:58

Fiskaaling vil fegin frætta frá øllum, sum fáa kúlulaks á húkin, tá tey fiska.

Fiskaaling hevur síðani 2018 kannað, hvussu nógvur kúlulaksur er í føroyskum firðum og áum.

Kanningarnar byrjaðu, eftir at tað í 2017 frættist, at sílaveiðufólk høvdu fingið fimm kúlulaksar í Føroyum. 

Tað vakti ans, tí fráboðanir um kúlulaks høvdu bara verið hendinga ferð áður.

Í Noregi er nógvur kúlulaksur. Har vænta tey, at metið verður sett í ár. 

Higartil í ár eru yvir 64.000 kúlulaksar tiknir úr norskum áum.

 

Kann ávirka djóralívið

Norskir granskarar stúra fyri, at ov nógvur kúlulaksur í áunum kann ávirka djóralívið á staðnum, tí tá kúlulaksurin hevur gýtt, doyr hann og liggur síðani og rotnar. 

Samanborið við Noreg, kemur kúlulaksurin í Føroyum lutfalsliga seint inn undir land. 

Fyrstu fráboðanirnar um kúlulaks í Føroyum undanfarin ár hava verið síðst í juli ella fyrst í august.

Fiskaaling sigur, at talið av kúlulaksi í Føroyum ikki er økt stórvegis frá 2017 til 2021.

Tað kann vera tekin um, at kúlulaksurin ikki hevur fingið ein sjálvstøðugan stovn í Føroyum enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV