Ferðamannaskip avlýsti í evstu løtu

Ferðamannaskip avlýsti í evstu løtu
“Riviera” var á veg inn á Skálafjørðin, men fór í staðin til Íslands
"Riviera" var á veg inn á Skálafjørðin, men skiparin helt, at vindurin var ov nógvur, og setti beina kós til Íslands. (Savnsmynd)
 
17.07.2023 - 18:00

Fyrrapartin leygardagin stóðu tey í Runavík púra klár at taka ímóti stóra ferðamannaskipinum “Riviera”.

Skipið var á veg inn á Skálafjørðin við um 1200 ferðafólkum, umframt at manningin taldi 800.

Men skiparin helt vindin vera ov nógvan, so í evstu løtu avlýsti hann, og setti beina kós til Íslands.

Rannvá Troest er cruise-umboð hjá Runavíkar havn:

 

17072023_Cruise_og_Runavik

 

At ferðamannaskip avlýsa fyri veður, hendir av og á, men tað mest vanliga er, at avlýst verður í eitt sindur betri tíð enn leygardagin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV