- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vilja ikki tosa við politiið
Manningin á skipinum, John Paul de Joria, vildi ikki loyva politinum umborð, tá politiið var hjá skipinum fríggjadagin 14. juli.
Tað upplýsir politiið í dag í skrivi, sent miðlunum.
Manningin á skipinum eru limir í felagsskapinum Captain Paul Watson Foundation.
Skipið lá í altjóða sjógvi beint uttan fyri 12 fjórðinga markið, sum tað hevur fingið forboð at sigla innum. Forboðið hevur Landsstýrið givið skipinum við heimild í lógini um trygd á sjónum.
Paul Watson hevur upplýst á Facebook, at ætlanin er at bróta forboðið av nýggjum.
Forboðið brotið tvær ferðir
Skipið hevur tvær ferðir brotið forboðið við at sigla inn um 12 fjórðinga markið. Harumframt hevur manningin ikki givið seg undir innferðareftirlit í sambandi við, at tað sigldi inn í føroyskt øki.
Í fyrsta lagi vil politið - í tann mun tað er gjørligt - tosa við manningina fyri at sleppa undan, at støðan gerst vandamikil, um tað skuldi komið fyri, at forboðið av nýggjum verður brotið.
Hetta er vorðið alsamt meira aktuelt eftir, at Paul Watson, sum ikki er skipari á skipinum, aftaná at politiið hevði samskift við skipið, hevur upplýst á Facebook, at tey eru sinnað at bróta forboðið av nýggjum, sigur politiið.
Politiið ætlar at skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast inn til Føroya, uttn at vilja seg undir innferðareftirlit.
Boða til rættarfund
Í øðrum lagi skuldi politiið skuldseta skiparan fyri at hava brotið forboðið um at sigla inn um 12 fjórðinga markið.
Politiið skuldi eisini skuldseta alla manningina fyri at hava ferðast inn til Føroya, uttan at vilja geva seg undir innferðareftirlit. Politiið skuldi harumframt innkalla til rættarfund hósdagin í hesi vikuni um viðurskiftini.