- Tíðindi, mentan og ítróttur
Starvsfólkatrot: Noyðast at raðfesta tænastur
Starvsfólkatrotið ávirkar so mikið nógv í summar, at í ávísum førum mugu tænasturnar raðfestast.
Tað sigur leiðarin í eldrasamstarvinum, VEKS, Niels A. Joensen.
Tey flestu vilja hava summarfrí, tá skúlarnir hava frí, ella tilsamans 6-7 vikur.
VEKS hevur søkt eftir avloysarum fleiri ferðir.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
VEKS er kommunalt samstarv innan eldrarøkt og heimatænastu millum fýra kommunur í Norðurstreymoy og Norðureysturoy.
Navnið VEKS er sprottið úr forbókstavnunum á samstarvskommununum, sum eru Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommuna.
Í samstarvinum eru Korndalsbýlið á Eiði, Røktarheimið á Mørkini í Streymnesi og Heimið á Grønanesi í Vestmanna.