Kommunan viðger byggiloyvi

Kommunan viðger byggiloyvi
Varðin Pelagic hevur søkt um byggiloyvi, og ta umsóknina er Tvøroyrar kommuna nú í holt við at viðgera.
Meginparturin av hesum árinum gongur, áðrenn Varðin Pelagic kann fara undir útbyggingina á Tvøroyri.
 
17.07.2023 - 12:20

Tvøroyrar kommuna fekk í farnu viku góðkenning frá Umhvørvismálaráðnum til broytingarnar í byggisamtyktini, so uppsjóvarvirkið Varðin Pelagic kann byggja út sum ætlað.

- Vit viðgera í løtuni umsóknina um byggiloyvi frá Varðanum Pelagic, og hon kemur fyri býráðið í síðsta lagi í august, tá ið regluligur býráðsfundur er, men kanska verður tað fyri ta tíð.

Tað sigur Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, ið heldur hetta vera eitt skundmál, sum nógv tíð longu er brúkt uppá.

 

Kristin Michelsen er borgarstjóri í Tvøroyrar kommunu.

 

Gera umhvørvisárinskanning

Ólavur Bjarkhamar, rakstrarstjóri á Varðanum Pelagic, sigur, at Varðin Pelagic eisini skal gera eina umhvørvisárinskanning, og at tað arbeiðið er í gongd.

Hann væntar, at meginparturin av hesum árinum fer, áðrenn farast kann undir sjálva útbyggingina.

.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV