Grannastevna í Mykinesi um lundafleyg avlýst

Grannastevna í Mykinesi um lundafleyg avlýst
Lundin hevur verið friðaður í Mykinesi í 10 ár
Lundafleyg var tað einasta, sum var á skránni á grannastevnuni. (Savnsmynd)
 
17.07.2023 - 09:54

Grannastevnan, sum skuldi vera í Mykinesi tann 14. juli, var avlýst, og málið um at byrja lundafleyg í oynni aftur er tí ikki viðgjørt sum ætlað.

Lundin hevur verið friðaður í Mykinesi í 10 ár, og við grannastevnuni, sum skuldi vera 14. juli, var ætlanin at broyta hetta, so tað bar til at fara eftir lunda aftur. 

Lundafleyg var tað einasta, sum var á skránni á grannastevnuni. 

Í Skúvoy verður farið at fleyga lunda tann 20. juli. 

Lundin í Skúvoy hevur eisini verið friðaður, men í fjør var farið at fleyga lunda aftur har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV