- Tíðindi, mentan og ítróttur
Áseting um børn í einari lóg ikki heimild í aðrari lóg
Dómstólarnir hava sambært rættargangslógini ikki heimild til at taka fyribils avgerð um bústað hjá børnum.
Men í lógini um foreldramyndugleika og samveru er ásett, at rætturin kann taka fyribils avgerð um bústað hjá barni.
Hetta verður nú strikað.
Løgmálaráðið hevur gjørt uppskot um broytingar í lógini um foreldramyndugleika og samveru, sum annars bara er stívliga hálvt ár. Hon kom 1.januar í ár.
Síðani lógin var sett í gildi, hevur tað víst seg, at brúk er fyri at nágreina nakrar ásetingar og brúk er eisini fyri nýggjum ásetingum, sigur Løgmálaráðið.
Brúk er fyri nýggjum ásetingum fyri at forða fyri sonevndari samverusjikanu, nágreina ásetingar um samveru, ferðing í sambandi við samveru, og um ókeypis advokatumboðan í málum um samveru og bústað, sum eru til viðgerðar í Familjufyrisitingini.
Hoyringarfreistin er til 18.august.