- Tíðindi, mentan og ítróttur
G!: Fríggjadagur við sól, sauna og hitapottum
G!: Fríggjadagur við sól, sauna og hitapottum
Sólin hevur skinið oman og niðan á G! í dag, og nógv fólk nýttu høvið til at fara í hitapottarnar og síðani loypa í havið
14.07.2023 - 17:28
Uttan mun til veður og vind, so eru hitapottarnir og hitarúmið á sandinum altíð eitt hitt á G!
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Tað ger tað ikki verri, um veðrið er gott, og tað hevur tað verið í allan dag á G!, her sólin hevur skinið oman og niðan.
Tað er ein heilt serligur stemningur kring hitapottarnar og hitarúmið á sandinum á G!
Fólk hugna sær við práti og sangi aftur við einari øl ella einum drykki.
Áðrenn fólk fáa sær eitt dypp í havinum.
Onnur svimja sær ein túr.
Børn, ung, vaksin og gomul nýttu høvið at njóta góða veðrið á sandinum í Syðrugøtu.
Gleði í andlitinum sigur alt um góða lagið á G!, nú tónleikurin er farin av bakkastokki annan dagin.
|