Anna Mohr Holm nýggjur stjóri í Trygd

Anna Mohr Holm nýggjur stjóri í Trygd
Hon avloysir Brian Smedemark, sum nú verður rakstrarstjóri í BankNordik
Frá vinstru: Brian Smedemark, fráfarandi stjóri í Trygd, Anna Mohr Holm, nýggjur stjórii Trygd, og Turið F. Arge, forstjóri í BankNordik-samtakinum og nevndarforkvinna í Trygd.
 
14.07.2023 - 14:48

Anna Mohr Holm er sett sum nýggjur stjóri í Trygd.

Hon avloysir Brian Smedemark, ið hevur verið stjóri seinastu fimm árini. Hann fer í nýtt starv sum rakstrarstjóri í BankNordik.

Anna Mohr Holm tekur við starvinum 1. september.

Anna er 47 ára gomul, hevur útbúgving sum løgfrøðingur frá lærda háskúlanum í Keypmannahavn, og hevur eisini royndir úr føroyska tryggingarheiminum.

Eitt skifti var hon deildarleiðari í Trygd, og seinastu árini hevur hon starvast í Betri Trygging.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881