- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vunnu bæði gull og silvur í kórkapping
Gøtu kirkju ungdómskór hevur í stóru kórkappingini, World Choir Games, sum hevur verið í Suðurkorea, vunnið bæði gull og silvur.
Kórið var við í meistarabólkinum, sum er fremsti bólkur í slíkum kappingum.
Áður hevur Gøtu kirkju ungdómskór verið við í fleiri altjóða kappingum, men var fyri fyrstu ferð í World Choir Games, ið svarar til OL fyri kór.
Har eydnaðist at vinna silvur í bólkinum fyri ungdómskór og gull í bólkinum, har dentur varð lagdur á spirituals.
30 ungfólk, 20 gentur og 10 dreingir, syngja í Gøtu kirkju ungdómskóri, og kórleiðari er Símun Hammer.
Umleið 400 kór vóru við, har tó ikki øll kappaðust, men nøkur bara høvdu konsertir.
Hoyr samrøðu við Símun Hammer, kórleiðara: