- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ullarmóttøkan letur upp í dag
Ullarmóttøkan á Búnaðarstovuni í Kollafirði letur upp í dag, og tikið verður ímóti ull, til 19. august, hósdag og fríggjadag og leygardag.
Ullin skal vera turr og nosslig og stungin í reinar posar, og hon verður góðskumett og avroknað eftir góðsku.
Tikið verður ikki ímóti vátari ull, og ull við skræpu ella málingarrestum í, pesjur, ull við ov nógvum mosa, bosi ella eyri í, og ull við eitt nú bótum, tráði og tílíkum, verður somuleiðis vrakað.
Ullin verður skild í tveir góðskuflokkar, I. flokk og II. flokk.
Tøvd ull, hálsull o.tíl. verður avroknað í II. flokki. Somuleiðis verður ull við nakað av mosa o. líkn. avroknað í II. flokki.
Fyri ull í I. flokki verða latnar kr. 10,- fyri kg, íroknað MVG.
Fyri ull í II. flokki verður latin kr. 1,50 fyri kg, íroknað MVG.
Er veitarin ikki MVG skrásettur, verður prísurin tí ávikavist kr. 8,- og kr. 1,20 fyri kg.
Er talan um størri nøgdir, er best at avtala tíð frammanundan.