- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nýggjur fyrstilærari í Nólsoy
Landsstýrismaðurin í barna- og útbúgvingarmálum, Djóni Nolsøe Joensen, hevur sett Edmund Joensen í tíðaravmarkað starv sum fyrstalærara í Nólsoyar skúla skúlaárið 2023/24.
Edmund Joensen, sum er 61 ára gamal, tók læraraprógv í Ribe Statsseminarium í Danmark í 1999. Hann hevur tikið onnur viðkomandi prógv eisini, t.d. prógv sum vegleiðari í OCN-skipanini, ið er ein serstøk skipan, sum serbreytirnar á miðnámi nýta.
Edmund Joensen hevur drúgvar royndir sum lærari, umframt ávísar leiðsluroyndir. Hann hevur starvast í fólkaskúlanum í mong ár, umframt á miðnámi, har hann arbeiddi á serbreytini á Kambsdali.
Harumframt hevur hann virkað sum einalærari í eitt ár í Tjørnuvíkar skúla.