Ukraina er á veg upp í NATO

Ukraina er á veg upp í NATO
Semja er um eina tilgongd í trimum stigum, ið skal tryggja Ukraina limaskap í verjusamgonguni.
Volodymyr Zelenskyj, forseti í Ukraina, og NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, hittust á NATO-toppfundinum í Vilnius, sum endar í dag.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
12.07.2023 - 13:37

- Ukraina fær limaskap í NATO, og er nú nærri NATO enn nakrantíð.

Tað staðfesti NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, á tíðindafundi í Vilnius fyrrapartin saman við ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskyj.

Leiðararnir í teimum 31 NATO-londunum eru í hesum døgum í litaviska høvuðsstaðnum.

Semja er um eina tilgongd í trimum stigum, ið skal tryggja Ukraina limaskap í verjusamgonguni.

Tilgongdin skal gerast smidligari, so Ukraina sleppur undan at skula ígjøgnum virkisætlanina, ið vanliga verður brúkt.

- Avgerðin í Vilnius er eitt nýtt markamót í samstarvinum millum NATO og Ukraina, segði NATO-aðalskrivarin.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949