Tjaldrið megnaði ikki at fylgja við skipinum hjá Watson

Tjaldrið megnaði ikki at fylgja við skipinum hjá Watson
Ivasamt er eisini, um Brimil hevði megnað tað, tí ógreitt er, hvussu skjótt John Paul De Joria kann sigla, sigur stjórin í Vørn
Tjaldrið er gamalt skip. Tað kom í flotan í 1976.
 
12.07.2023 - 12:22

Tjaldrið megnaði ikki at fylgja við, tá skipið hjá Paul Watson, John Paul De Joria, sunnudagin kom inn um 12 fjórðingar og heilt inn móti molanum í Havn.

 

Óli Hans Olsen er stjóri í Vørn. 

John Paul De Joria kom heilt inn móti molanum í Havn. (Mynd: Hans Oluf Johannessen)

 

Og tað er eisini ivasamt, um Brimil, sum í løtuni er á beding, hevði megnað tað, tí vit vita ikki, hvussu skjótt John Paul De Joria kann sigla.

Tað sigur Óli Hans Olsen, stjóri í Vørn.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

12072023_Oli_Hans_Olsen

 

>>>SÍ INNSLAG Í DEGI OG VIKU<<<

 

Brimil hevur verið á sleipistøð í ein góðan mánað, eftir at hann fekk ein enda um síðuskrúvuna, sum brotnaði.

Óli Hans Olsen sigur, at enn er ikki avgjørt, um tað verður Brimil ella Tjaldrið, sum fer at ansa eftir Jean Paul De Joria, tá Brimil aftur verður tøkur.

 

Brimil er á sleipistøð í Havn. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV