Sølutorg á Strondum

Sølutorg á Strondum
Tað er frítt at selja, og ikki er neyðugt at boða kommununi frá
Sølutorgið er ætlað teimum, sum hava hug at selja ella keypa matvørur.
Mynd: Sjóvar kommuna  
 
12.07.2023 - 09:45

Sjóvar kommuna hevur sett upp sølutorg í Heygsstøð á Strondum, og er tað ætlað teimum, ið hava hug at selja ella keypa matvørur.

Hetta kann eitt nú vera fiskur, kjøt, grønmeti, pylsur, súltutoy og annar matur, sigur kommunan á heimasíðu síni.

Tað er frítt at selja, og ikki er neyðugt at boða kommununi frá.

Í fyrstu atløgu verður boðað frá í bólkinum “Strandingar á facebook” og aðrastaðni, tá ið onkur hevur okkurt at selja.

Men tekur søluvirksemið dik á seg, verður ein bólkur gjørdur á facebook til endamálið, sigur kommunan.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV