Medvedev: Nærkast triðja heimsbardaga

Medvedev: Nærkast triðja heimsbardaga
Fyrrverandi russiski forsetin sigur, at hóast Ukraina fær vápn og hernaðarliga útgerð, forðar tað ikki Russlandi at røkka sínum málum í krígnum
Dmitrij Medvedev hevur bæði verið forseti og forsætisráðharri í Russlandi.
 
12.07.2023 - 09:02

- Økta hernaðarhjálpin til Ukraina frá NATO flytur okkum nærri triðja heimsbardaga.

Tað sigur Dmitrij Medvedev, næstformaður í russiska trygdarráðnum, og ein av teimum, ið situr tættast russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Reuters-tíðindastovan endurgevur Medvedev fyri at siga, at stuðulin við vápnum og aðrari hernaðarligari útgerð kortini ikki forðar Russlandi í at røkka sínum málum í krígnum.

- Blindgøtan hjá svaka Vesturheiminum ger, at vit nærkast einum triðja heimsbardaga, sigur Medvedev, ið eisini er fyrrverandi forseti og forsætisráðharri í Russlandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949