Nord Stream: Slóðir av spreingievni funnar umborð á seglbáti

Nord Stream: Slóðir av spreingievni funnar umborð á seglbáti
Báturin er undir illgruna fyri at hava flutt spreingievni, sum var brúkt, tá hol var sprongt á gassleiðingarnar
Hol varð sprongt á bæði Nord Stream 1 og Nord Stream 2.
 
12.07.2023 - 08:22

Týskir myndugleikar hava funnið slóðir av spreingievni umborð á einum seglbáti, sum er undir illgruna fyri at hava samband við spreingingarnar av gassleiðingunum í Eystursjónum í septembur í fjør.

Eitt skriv, Reuters-tíðindastovan hevur fingið hendur á, vísir, at seglbáturin er undir illgruna fyri at hava flutt spreingievni, sum var  brúkt, tá ið hol varð sprongt á bæði Nord Stream 1 og Nord Stream 2.

Seglbáturin var leigaður, men týsku myndugleikarnir eru komnir eftir, at hetta var gjørt, so tað ikki skuldi síggjast, hvør tað var, sum í veruleikanum brúkti bátin.

Framvegis verður kannað, hvussu seglbáturin hevur ferðast í umráðnum í fjørheyst, tá ið spreingingarnar vóru.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949