- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løntakararnir settu met í juni
Løntakararnir settu met í juni
800 fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar
12.07.2023 - 08:10
Ongantíð áður hava so nógvir løntakarar verið í Føroyum sum í juni í ár.
Tá vóru teir 28.445, sum eru 340 fleiri enn í juni í fjør og 111 fleiri enn í mai í ár.
800 fleiri menn enn kvinnur eru løntakarar.
Flestu løntakarar eru í bólkinum almennar tænastur, 10.553, og har er nógv tann størsti parturin kvinnur.
Nú eru 92,5 prosent av løntakarunum í Føroyum danskir ríkisborgarar.
Tað talið var uppi í 99,2 prosentum í august 1995, men er síðani støðugt minkað.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV