61.000 fólk doyðu av hita í fjør

61.000 fólk doyðu av hita í fjør
Summarið í ár fer helst at gerast uppaftur verri, nú veðurfyribrigdið El Niño er komið aftrat
ST hevur eisini júst staðfest, at fyrsta vikan í juli var tann heitasta, sum higartil er mátað. (Savnsmynd)
 
11.07.2023 - 14:49

Fleiri enn 61.000 fólk lótu lív av ógvusliga hitanum, sum rakti Evropa í fjør. 

Tað hevur tíðarritið Nature Medicine roknað seg fram til, sambært The New York Times.

Hesar útrokningarnar vísa, at hóast sera nógv hevur verið arbeitt við at laga býirnar til heitari veður, hevur tað ikki borið til at fylgja við skjótu gongdini í veðurlagsbroytingunum.

- Í einari fullkomnari verð átti ongin at doyð í hita, sigur Joan Ballester, granskingarprofessari í Barcelona Institute for Global Health og høvuðsrithøvundur í greinini.

Og summarið í ár fer helst at gerast uppaftur verri. Tí, aftrat gongdini við veðurlagsbroytingum, er heimurin farin inn í eitt náttúrligt mynstur við El Niño, sum er fjórða hvørt ár. Hetta ger, at tað verður heitari í fleiri støðum í heiminum enn annars. 

ST hevur eisini júst staðfest, at fyrsta vikan í juli var tann heitasta, sum higartil er mátað.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949