Óhapp á Argjahamri

Óhapp á Argjahamri
Ein maður fekk skaða í armin, og var fluttur á Landssjúkrahúsið
Arbeiðseftirlitið fór beint á staðið at kanna hendingina.
 
11.07.2023 - 14:18

Løgreglan fekk fráboðan um eitt óhapp á Argjahamri fyrrapartin.

Í sambandi við arbeiðið á Argjahamri, var arbeitt við at brekka nakrar kneysar.

Av óvart bleiv ein perla rakt, sum ikki var sprongd frammanundan. Perlan brast, og ein steinur rakti tann, sum brekkaði. 

Viðkomandi bleiv koyrdur á sjúkrahúsið til nærri kanningar. Hann hevur fingið skaða í armin, men hevur tað annars eftir umstøðunum gott. 

Fráboðan kom eisini um, at steinar vóru komnir inn í garðin í barnagarðinum, sum er nær við, av hesi somu hending. Einki fólk fekk skaða.

Arbeiðseftirlitið fór beint á staðið at kanna hendingina, greiðir vakthavandi á løgreglustøðini frá.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Leygardag 18. januar
Morgunlestur leygardagur 18. januar 2025
186264
Nýggjastu sendingar í SV