USA ætlar at selja Turklandi jagaraflogfør

USA ætlar at selja Turklandi jagaraflogfør
Joe Biden, forseti, hevur gjørt greitt, at hann tekur undir við søluni
Tað eru flogfør av hesum slagnum, sum USA væntandi fer at selja Turkalandi.
 
11.07.2023 - 11:05

Amerikanski forsetin, Joe Biden, fer at samstarva við kongressina í málinum um at lata Turkalandi F-16-jagaraflogfør.

Tað sigur amerikanski trygdarráðgevin, Jake Sullivan, sambært Reuters.

Sullivan sigur, at Biden hevur gjørt greitt, at hann tekur undir við at selja Turkalandi flogførini.

Jack Sullivan sigur kortini einki um, nær sølan verður framd.

Tíðindini um F-16-flogførini bórust, eftir at Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, á tíðindafundi í litavska høvuðsstaðnum Vilnius í gjárkvøldið boðaði frá, at Turkland fer at góðkenna svensku umsóknina um limaskap í Nato.

Tey 31 limalondini í Nato hava í hesum døgum toppfund í Vilnius. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949