Ísland: Fiskiídnaðurin brúkar nógv minni olju

Ísland: Fiskiídnaðurin brúkar nógv minni olju
Nógv nýggj fiskiskip eru komin, og tey brúka minni olju enn tey gomlu
Í fiskivinnuni á sjónum eru nógv nýggj skip komin. Tey brúka minni olju enn tey gomlu. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
 
11.07.2023 - 09:58

Fiskiídnaðurin í Íslandi brúkar nógv minni olju nú, enn hann gjørdi seinastu tíggju árini fyri aldarskiftið og fyrstu tíggju árini í hesari øldini.

Talan er um 40 til 50 prosent minni, vísa tøl hjá vinnuni.

Oljunýtslan vaks tó í fjør, heili 16.000 tons.

Orsøkin var, at uppsjóvarvirkini kundu ikki fáa tann streym, sum tey høvdu brúk fyri. Streymurin var skamtaður.

Hetta kom samstundis sum lodnukvotan var 660.000 tons.

Lodnan er ein tann størsta rávøran hjá virkjum, sum gera mjøl og lýsi.

Í fiskivinnuni á sjónum eru nógv nýggj skip komin. Tey brúka minni olju enn tey gomlu. 

Reiðskapurin er eisini betri nú, so skipini brúka minni olju.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949