Threads setir met

Threads setir met
Nýggja appin hevur longu 100 milliónir brúkarar
Nýggi sosiali miðilin hjá Meta hevur fingið óvanliga góða undirtøku.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.07.2023 - 09:52

Nýggja appin hjá Meta – Threads  hevur sett met. 

Tað eru fimm dagar, síðani appin kom á marknaðin, og longu nú eru skrásettir 100 milliónir brúkarar. 

Tað skriver Mark Zuckerberg, stjóri í fyritøkuni Meta, sambært Reuters. 

Eingin annar sosialur miðil hevur skrásett 100 mílliónir brúkarar eftir fimm døgum, og hetta er sostatt met. 

ChatGPT, sum kom á marknaðin í fjør, fekk 100 milliónir brúkarar eftir tveimum mánaðum.   

Threads er tøkt at taka niður í meira enn 100 londum, men ymsar reglur í ES gera, at appin ikki er tøk í ES-londum enn.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949