Lauritz.com farin á húsagang

Lauritz.com farin á húsagang
Samlaða skuldin hjá fyritøkuni er meira enn 171 milliónir kr., men roknað verður við, at avtala verður gjørd við nýggjan eigara í næstum
Kenda danska uppboðssølan er farin á húsagang.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
11.07.2023 - 08:57

Kenda danska uppboðssølan, Lauritz.com, er farin á húsagang

Tað skrivar Jyllands-Posten.

Bústjóri sigur, at virksemið kann halda fram við nýggjum eigarum.

Tað hevur staðið illa til hjá uppboðssøluni í longri tíð. 28. juni var almannakunngjørt, at Lauritz.com skuldi endurskipast. Men nú er uppboðssølan farin endaliga á húsagang.

 

Samráðingar við keyparar

Sambært skiftastjóranum hava samráðingar verið við fleiri møguligar keyparar í umskipanartíðini seinastu tvær vikurnar. Hann væntar, at samráðingarnar halda fram, og at avtala verður gjørd við nýggjan eigara, áðrenn langt um líður, so  virksemið við Lauritz.com kann halda fram.

Lauritz.com skyldar viðskiftafólkum sínum meira enn 50 milliónir krónur.

Finans.dk skrivar, at fólk, sum hava selt vørur á uppboðssølu, hava ikki fingið sínar pengar, og onnur, sum hava keypt vørur á uppboðssølu, hava ongantíð fingið vøruna.

Skuldin hjá Lauritz.com fevnir tó ikki bert um tær 50 milliónirnar, sum viðskiftafólkini eiga til góðar hjá uppboðssøluni. 

Samlaða skuldin hjá fyritøkuni er heilar 171,5 mió. krónur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949