Hollendski forsætisráðharrin gevst í politikki

Hollendski forsætisráðharrin gevst í politikki
Samgongustjórnin er slitnað, og val verður væntandi í heyst
Mark Rutte hevur verið stjórnarleiðari í Hollandi í 12 ár. Nú gevst hann í politikki.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.07.2023 - 15:42

Hollendski forsætisráðharrin, Mark Rutte, gevst í politikki.

Hann hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur.

Ósemja hevur verið í hollendsku stjórnini um flóttafólkapolitikk, og endin var, at samgongan slitnaði fríggjadagin.

Stjórnin verður sitandi sum starvsstjórn, og val verður væntandi í heyst.

- Eg haldi, at hetta er rætta løtan at lata stafettina víðari, sigur Mark Rutte sambært hollendska miðlinum, De Telegraaf.

56 ára gamli Rutte hevur verið stjórnarleiðari i Hollandi í 12 ár. Hann hevur verið formaður í liberala-konservativa flokkinum, VD, í 17 ár.

Talið á teimum, sum hava biðið um politiskt friðskjól í Hollandi, er seinastu fimm árini vaksið ein triðing, upp í 46.000 fólk. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949