Viðgera bæði svenskan Nato-limaskap og turkiskan limaskap í ES

Viðgera bæði svenskan Nato-limaskap og turkiskan limaskap í ES
Turkiski forsetin sigur, at ES eigur at lata upp fyri møguleiknum, at Turkaland fær limaskap, áðrenn Turkaland góðkennir umbønina um svenskan Nato-limaskap
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
10.07.2023 - 15:07

Tá turkiski forsetin, Redep Tayyip Erdogan, í dag fer at hitta svenska forsætisráðharran, Ulf Kristersson, og Nato-aðalskrivaran, Jens Stoltenberg, á máli um svenskan limaskap í Nato, fara teir væntandi eisini at viðgera spurningin um turkiskan limaskap í ES.

Jens Stoltenberg sigur, at hann tekur undir við ætlanini hjá Turkalandi um at fáa limaskap í ES.

Fyrr í dag segði Erdogan, at ES eigur at lata upp fyri møguleikanum, at Turkland fær limaskap, áðrenn turkiska tingið fer at góðkenna svensku umbønina um limaskap í Nato.

 

Turkiski forsetin, Erdogan, hevur higartil verið ímóti, at Svøríki fær limaskap í Nato. Nú knýtir hann turkiskan ES-limaskap upp í málið. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Turkaland er ímóti

Reglurnar siga, at øll limalond skulu vera samd, um at Svøríki kann fáa limaskap. Higartil hevur Turkaland verið ímóti.

Jens Stolenberg leggur eisini dent á, at svenskur limaskapur í Nato er bundin av avtaluni, sum var gjørd i Madrid í fjør, og ikki av einum møguligum turkiskum limaskapi í ES.

Og Svøríki hevur eftirlíkað krøvunum, sum turkar settu sum treyt fyri, at Svøríki kann gerast limur, sigur hann.

Spurningurin um svenskan Nato-limaskap stendur ovast á breddanum, tá Nato hevur toppfund í Vilnius í Litava í morgin. 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. apríl
Jambalaja - 260425
191096
Leygardag 26. apríl
Her er flaggdagsrøðan hjá Ben Arabo
191094
Leygardag 26. apríl
Upp á tá - 250425
191091
Leygardag 26. apríl
Vikan 26. apríl 2025
191088
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949